* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Kina ávarar skip í Malakkasundinum

Kina ávarar brádliga øll kinesisk skip, sum sigla í Malakkasundinum við Indonesia, og landið hevur samstundis flutt trygdarstigið á hægsta stig í økinum. Eftir øllum at døma óttast Kina álop á skip við kinesiskum flaggi, men ongin veit, hvør orsøkin er.

 

Tað var flutningsmálaráðið í Kina, sum týsdagin hækkaði trygdarstigið til 3, sum er hægsta altjóða trygdarstigið hjá Kina. Tað bendir á, at Kina væntar álop á kinesisk skip, men kinesisku myndugleikarnir hava onga frágreiðing givið.

 

Trygdarfyritøkan, Dryad Global, sigur í einari viðmerking, at stig-3 kom óvæntað, serliga tí økið kring Malakkasundið vanliga er bæði støðugt og trygt.

 

- Sjórænaravirksemið í økinum er vanliga lítið og onki, og tá atgerðir verða framdar, er tað ofta á smærri prámar. Tað hevði tí undrað almikið, um eitt kinesiskt skipi skuldi verðið álopið, og í løtuni eru ongar frágreiðingar, sum benda á, at lokalir sjórænarabólkar ætla ella hava evni at leypa á størri skip, verður sagt í einari viðmerking frá Dryad Global.

 

- Tað er væl møguligt, at Kina hevur fingið ávísa hóttan um álop, sum bara Kina kennir til, sigur trygdarfelagið.

 

Kelda: Maritime Danmark