* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Kina vil verða størsti bunkarveitarin í Fjareystri.

Støðan hjá Singapor sum heimsins størsti bunkarveitari er hótt, og tað er Kina, sum ætlar at vinna hetta oddaplássið sum oljuveitari í Fjareystri. Landið byggir við fullari ferð havnir og bunkarútgerð út kring alt landið.

 

Oljusølan hjá Kina, sum ídnaðurin fyrst og fremst sær sum bunkarolja, er nærum tvífaldað seinastu fimm árini, og landið ger alt fyri at tekkjast reiðaríum í millum annað Suðurkorea og Japan. Singapor liggur tó framvegis á odda sum tað landið, ið selur mest bunkarolju til heimsins handilsflota við einum umsetningi upp á meira enn 30 milliardir US-dollarar í Fjareystri, men vøksturin í Kina er ógvusligur.

 

Tað skrivar Bloomberg.

 

Bunkarsmiðstøðin í Kina er í Zhoushan, ein oyggj á eysturstrondini – sunnanfyri Shanghai. Nøkur av nýggjastu og størstu ráolju-reinsiverkunum eru bygd í hesum økinum. Kina hevur samstundis broytt skattareglurnar soleiðis, at bunkaroljan er kappingarførari, enn hon hevur verið.

 

- Singapor hevur leingi ligið fremst í Fjareystri, tá um bunkarvinnuna ræður, og tað er landi framvegis. Men so við og við hálar havnin í Zhoushan inn á Singapor, og kinverjar fara at taka alt fleiri skip frá bunkarvinnuni í Singapor, sigur Jayendu Krishna, stjóri í Drewry Maritime Advisors.

 

Kelda: Bloomberg / gCaptain