* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Shanghai, ein av størstu havnunum í Kina.

Kina er sterkasta tjóðin í maritimu vinnuni

Í nýggjari frágreiðing frá DNV-GL og einum konsulentvirki verður mett, at Kina er sterkasta maritima tjóðin í heiminum. Frágreiðingin tekur hædd fyri landanna styrki innan millum annað shipping og havnir. Í mun til støddina liggur Danmark rættiliga høgt á listanum.


Kina liggur frammanfyri lond sum USA, Japan og Singapor, sambært frágreiðingini, sum DNV-GL og Menon Economics hava gjørt.


Hugt hevur verið at styrkjunum hjá stóru maritimu tjóðunum, og síðani eru londini styrkismett út frá shipping, maritimari tøkni, havnum, logistikki og fíggjargeiranum og løgfrøðini.


Greiður vinnari gjørdist Kina, sum vann í øllum bólkum. Annars sá topp 5 soleiðis út:


Nummar 1: Kina


Nummar 2: USA


Nummar 3: Japan


Nummar 4: Suðurkorea, Noreg og Týskland


Nummar 5: Grikkaland


”Kina hevur eina velduga styrki, serliga tá tað snýr seg um havnir og logistikk, men eisini innan shipping,” sigur Erik W. Jakobsen, sum starvast í Menon Economics og er medrithøvundur til frágreiðingina.


Meðan Kina og USA liggja sum nummar 1 og 2, kemur Japan á triðjaplássi. Týskland, Noreg og Suðurkorea koma á einum deildum fjórðaplássi, meðan Danmark kemur sum nummar 13 frammanfyri lond sum Kanada, Turkaland og India.


Kelda: Shippingwatch