* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Autonoma bingjuskipið, Zhi Fai.

Í næsta mánað verður 5.000 dwt stóra autonoma ella sjálvstýrandi bingjuskipið, Zhi Fai, sum tekur 300 teu, sett í sigling á einari farleið millum kinesisku býirnar, Dongjiakou og Qingdao. Kinesiska skipið yvirhálar sostatt norska Yara Birkeland.

 

Dalian Maritime University hevur, saman við China Waterborne Transport Research Institute og Navigation Brilliance, sniðgivið og ment 117 metrar langa autonoma bingjuskipið. Skipið fer at hava eina ferð upp á 12 míl.

 

Um hendan ætlanin eydnast væl, er Navigation Brilliance tilreiðar at smíða autonom skip í einari stødd millum 500 og 800 teu, tað eru skip, sum fara at taka millum 500 og 800 20-fóts-bingjur.

 

Autonoma norska bingjuskipið, ravlaðsrikna Yara Birkeland, sum væntandi fer at sigla millum Herøya og Brevik seinni í ár, tekur 120 teu – ella 120 20-fóts-bingjur.

 

Autonom skip nýtast ikki at vera heilt manningarleys skip, men skip við lítlari manning – og skip, sum ikki nýtast yvirmenn at stýra skipinum.

 

Kelda: Maritimedanmark