* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Oljuídnaðurin í Venesuela væntar sær eina veruliga peningainnsproyting úr Kina.

Kina ger íløgur uppá 1,6 milliardir í olju í Venesuela

Oljuvinnan í Venesuela er í stórum trupulleikum við fallandi oljuframleiðslu. Nú er Kina sinna at hjálpa til, sambært fíggjarmálaráðharranum í Venesuela.

 

Samstundis sum fíggjarkreppan í Venesuela breiðir seg og gerst ógvusligari fyri hvønn dag, minkar oljuframleiðslan í landinum – ella júst tí oljuframleiðslan minkar, gerst fíggjarkreppan bara størri.

 

Nú fer China Development Bank at gera íløgur fyri meira enn 250 milliónir dollarar, ella meira enn 1,6 milliardir føroyskar krónur, fyri at lyfta oljuframleiðsluna í Orinco-boriøkinum.

 

Frammanundan hevur Venesuela fingið 5 milliardir dollarar í kredittláni frá Kina. Tað lánið var eisini ætlað oljuframleiðsluni í landinum.

 

Seinastu 10 árini hevur Kina lánt oljuídnaðinum í Venesuela meira enn 50 milliardir dollarar í eini avtalu, har Kina afturfyri hevur fingið olju. Á tann hátt hevur Kina tryggjað sær olju til skjótt vaksandi ídnaðin í landinum hesa árini.

 

Seinastu árini, meðan fíggjarkreppan í Venesuela alsamt er vaksin, er áhugin hjá Kina at gera íløgur í Venesuela, minkaður.

 

Men nú kann Venesuela so aftur vænta sær nógvan pening frá Kina, pening, sum skal styrkja oljuvinnuna.

 

Kelda: E24