* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Samráðingar millum kinverska forsetan, Xi, og suðurafrikanska forsetan, Ramaphosa, hava verið í Pritoria í Suðurafrika.

Kina ger stórar íløgur í Suðurafrika

Kina ætlar at gera íløgur í Suðurafrika uppá 90 milliardir krónur, sambært afrikanska forsetanum, Cyril Ramaphosa.

 

Ramaphosa boðaði frá hesum eftir samrøður við kinverska forsetan, Xi Jinping, í Pretoria týsdagin.

 

- Vit hava undirskrivað fleiri avtalur, sum hava til endamáls at styrkja viðurskiftini landanna millum upp aftur meira. Millum annað skal Kina gera íløgur fyri einar 14 milliardir dollarar, boðaði Ramaphosa frá á einum felags tíðindafundi við Xi.

 

- Millumtjóða handilin er ikki komin í hæddina enn, og Kina fer fyrst og fremst at gera íløgur í sambandi við suðurafrikanska undirstøðukervið, landbúnaðin og tøkni, segði suðurafrikanski forsetin, Cyril Ramaphosa, á tíðindafundinum.

 

Kelda: E24