* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Havnin í býnum, Qingdao, Kina.

Kina hevur í longri tíð noktað útlendskum sjófólkum at framt manningarskifti í kinesiskum havnum, men nú hevur landið tikið avgerð um at loyva manningarskifti í tíggju havnum. Men Kina er samstundis tilreiðar við atgerðum, um Covid-19 vísir seg at vera umborð á onkrum skipi.

 

Um tú gongur undir eina røð av treytum, vilja kinesisku myndugleikarnir loyva manningarskifti í havnunyum Dalian, Tianjin, Qingdao, Shanghai, Ningbo, Fuzhou, Xiamen, Guangzhou, Shenzhen og Haikou.

 

Ein av treytunum fyri at ein manning kann fara heim úr kinesiskari havn er, at skipið ikki hevur verið í útlendskari havn í 14 dagar frammanundan.

 

Manningin skal eisini taka Covid-19-royndir, áðrenn sloppið verður av skipinum.

 

Samstundis er avgjørt, at um meira enn fimm av einari manning hava Covid-19, verður loyvið at skifta manning steðgað í 15 dagar. Manningarbannið verður longt upp í 30 dagar, um 10 sjófólk verða funnin við Covid-19.

 

Sambært Bimco er tað í veruleikanum upp til lokalu myndugleikarnar at seta reglurnar fyri júst teirra havn.

 

Kelda: Maritimedanmark / TradeWinds