* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Kina nároynir heimagjørdan flogbera

SJÓNBAND: Eftir at hava ligið við bryggju í eitt ár, er fyrsti “heimagjødi” flogberin farin til havs at royndarkoyra maskinurnar.

 

Ógvuliga fáir staklutir eru latnir almenninginum um fyrsta flogberan, sum er smíðaður í Kina. Skipið, sum sær út at vera ein ríkisloynidómur, fór av bakkastokki longu fyri einum ári síðani.

 

Hesa tíðina er flogberin fyltur við vápnum, og nú er stundin komin at royna tøknina, sum skal flyta skipið á sjónum og gera tað ført fyri at navigera.

 

Sambærta tíðarritinum Gcaptain er talan um eitt skip, sum verður rikið við vanligum maskinum og ikki við kjarnorkumegi. Endin á startvøllinum, sum minnir um endan á einum heyggi til skílop, avdúkar eisini, at flogberin ikki hevur framkomnu katapult-tøknina, sum amerikanskir flogberar hava, og sum skal fáa ferð á jagaraflogfør.

 

Kinverski herurin hevur sagt almennum fjølmiðlum í Kina, at flogberin verður ikki tikin í brúk fyrr enn í 2020.

 

Niðanfyri sært tú sjónband av skipinum, tá tað sigldi frá Dalian-skipasmiðjuni.

 

Kelda: news.com.au og Søfart


[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=oRKkrH-fdi4]
Fyrsti flogberin, sum er smíðaður í Kina, fór av bakkastokki fyri einum ári síðani, men verður ikki tikin alment í nýtslu fyrr enn í 2020.