* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Kina sendir farmaskip til sjós uttan manning – fyri fyrstu ferð

Nógv lond hava gjørt royndir við skipum uttan manning. Í Norðurlondum kunnu ferjur uttan manning gerast veruleiki.

 

Fyri fyrstu ferð hevur Kina sent eitt manningarleyst farmaskip til sjós. Talan er væl at merkja um eitt minni skip, ið eftir øllum at døma er eitt royndarskip, sum herfyri stevndi móti kinesiska landslutinum, Guangdong.

                

Tað skrivar Seatrade Maritime News.

 

Tøkniliga menningin til manningarleys skip gongur við fullari ferð og er eitt heitt evni, ikki bara í Kina, men nógvastaðni í heiminum.

 

Tað sigur professari á Institut fyri Elektrotøkni á Tekniska Universitetinum í Danmark, Mogens Blanke.

 

- Vit gera eisini royndir við autonomari (manningarleysari) sigling í Danmark, sigur hann.

 

- Í Norðurlondum, Onglandi USA og Hollandi hava royndir verið gjørdar at sigla uttan manning í fleiri ár, millum annað til hernaðarlig endamál og sum vaktarskip, sigur hann við Ritzau-tíðindastovuna.

 

Hóast Kina letur eitt minni farmaskip sigla uttan skipara, so verða tað neyvan farmaskip, sum fara at sigla manningarleys í framtíðini, í hvussu er ikki stór farmaskip, sigur Mogens Blanke.


Kelda: Shippingwatch