* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Kina tømir fartelefonir hjá útlendskari manning

Kinesiskir innflytingarmyndugleikar fóru herfyri umborð á eitt ikki-kinesiskt flaggað skip í havnini Ningbo og bóðu manninggina um at útflýggja sínar fartelefonir, sum síðani vórðu tømdar fyri innihaldi, upplýsir West of England P&I í eini fráboðan til limir sínar.

Sambært fráboðanini var grundgevingin fyri hesum átakinum søgd at vera liður í kinesiska yvirgangsbardaganum. Kinesisku myndugleikarnir, ið vóru umborð á ónavngivna skipinum, fluttu alt innihaldið í fartelfonunum hjá manningini yvir á eina farteldu, sum teir høvdu við sær, tí teir vildu kanna tað fyri vidoir og fílar um yvirgang ella annað kriminelt virksemi.

Skipið fekk boð um, at slíkar kanningar kundu halda fram sum rutinueftirlit í framtíðini.

“Hóast myndugleikarnir hildu upp á, at teir ikki fluttu nakrar persónligar upplýsingar úr telefonunum, er hetta sera ørkymlandi,” skrivar Hong Kong Shipowner Association (HKSOA) í frágreiðingini um hendingina til West of England P&I.

Ónavngivni flagg-staturin hjá viðkomandi skipi umhugsar nú, um hann skal senda inn formliga kæru til kinesisku myndugleikarnar.

HKSOA heitir á reiðarí um at vera uppmerksom um, hvørji dátu manningarnar hava á sínum telefonum.

“Hendingin kann hava samband við 19. floksráðstevnuna hjá kinesiska kommunistaflokkinum, sum byrjaði mánadagin, og tíðin fer at vísa, um kanningarnar halda fram ella enda eftir floksráðstevnuna,” skrivar HKSOA.

Limunum í West of England P&I verður mælt til at kunna egnu manningar um møguleikan fyri hesum slagnum av eftirlitum og annars at boða frá teimum, um tey henda.

Ningbo-Zhoushan havnin í Kina liggur á einum fimtaplássi yvir heimsins størstu bingjuhavnir.

Kelda: West of England P&I