* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Kinverskt sjóverjuskip.

Fyri at hjálpa avvarðandi at teimum, sum vóru við djóraflutningsskipinum, Gulf Livestock 1, ið sakk í ódnarveðri hefyri, heitti filipinska stjórnin á lond í økinum, har skipið sakk, at taka leitingina upp aftur eftir manningarlimum, sum møguliga eru komnir frá vanlukkuni á lívi.

 

Tríggir av manningini vórðu funnir stutt eftir vanlukkuna, men ein teirra var so illa á holdum komin, at hann doyði stutt eftir. Hinir báðir komu væl frá vanlukkuni.

 

Avvarðandi hava líka síðan vanlukkuna áhaldandi heitt á myndugleikarnar, um at halda fram við leitingini, millum annað á smáum oyggjum í økinum, har skipið sakk.

 

CNN boðaði herfyri frá, at Kina, Suðurkorea og Taiwan fóru at taka leitingina uppaftur.

 

Japanska Vaktar- og Bjargingartænastan fór at leita beinanvegin, tað frættist um vanlukkuna hin 2. september, og tað var hetta bjargingararbeiðið sum endaði við, at tveir av manningini vórðu funnir á lívi. Men 10. september boðaðu japansku myndugleikarnir frá, at teir góvust við leitingini.

 

Kinverska sendistovan í Manilla á Filipsoyggjum boðaði 24. september frá, at kinversk skip tóku leitingina upp aftur 19.- og 20. september eftir áheitan frá myndugleikunum á Filipsoygjum. Men tíverri eydnaðist teimum ikki at finna nakran av manningini frá horvna skipinum.

 

Og nú er kinverska leitingin steðgað.

 

Kelda: maritime-executive.com