* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Kinverska stórreiðaríið, Cosco, verður nú triðstørsta bingjureiðaríið í heiminum.

Kinverjar hava nú triðstørsta bingjureiðaríið í heiminum

Fríggjadagin varð handilin millum kinverska reiðaríið, Cosco, og Hongkok-reiðaríið, OOCL, undirskrivaður. Sostatt er kinverska Cosco vorðið heimsins triðstørsta bingjureiðarí.

 

Sum skilst keypir Cosco Hongkong-reiðaríið fyri 6,3 milliardir dollarar, tað eru umleið 40 milliardir føroyskar krónur.

 

Fyrr í mánaðinum frættist, at kinverski shippingrisin hevði bjóðað 6,3 milliardir dollarar fyri OOCL, og nú er handilin vorðin veruleiki.

 

Í eini fráboðan til keypsskálan skrivar Cosco Shipping Holding, at nýggja stórreiðaríið fer at reka ein flota við 400 bingjuskipum. Samstundis sigur felagið, at tað nú verður triðstørsta bingjureiðaríið í heiminum, og at CMA CGM, sum higartil hevur verið triðstørsta bingjureiðaríið í heiminum, er skumpað niður á fjórða plássið.

 

Danska Maersk Line er framvegis heimsins størsta reiðarí. Næststørst er MSC (Mediteranian Shipping Company), og á triðja plássi kemur nú kinverska reiðaríið, Cosco.

 

Kelda: Shippingwatch