* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Kinverjar illir um bretskan flogbera

Tað er ikki fallið í góða jørð hjá kinverjum, at Stórabretland umhugsar at lata nýsmíðaða flogberan, HMS Queen Elizabeth, patruljera í Kyrrahavinum. Kinverjar eru so illir, at teir hava avlýst avtalaðar samráðingar við bretar.

 

- Viðurskiftini við Kina eru trupul, og tey eru ikki vorðin minni fløkt, nú ætlanir eru at lata HMS Queen Elisabeth sigla í Kyrrahavinum, sigur bretski fíggjarmálaráðharrin, Philip Hammond.

 

Hammond heldur kinverjar gera ov nógv av, ikki minst havandi í huga, at nýggi flogberin ikki er tilreiðar at fara í sigling enn, og at tað ganga fleiri ár, áðrenn hann veruliga fer í sigling. Haraftrat er als ongin endalig avgerð tikin um, har skipið skal sigla.

 

Kina er sjálvt í ferð við at byggja ein flota av flogberum upp, sum kunnu stuðla áloypandi framferini hjá Kina í Suðurkinverska havinum.

 

Kelda: Maritime Danmark