* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Guangzhou-skipasmiðjan í Kina.

Kinversk skipasmiðja ætlar at smíða reikferðaskip

Varaforsetin á Guangzhou-skipasmiðjuni í Kina sigur, at tey í framtíðini eisini ætla at smíða reikferðaskip/cruiseskip.

 

Guangzhou-skipasmiðjan er tann kinverska skipasmiðjan, sum gongur á odda, tá tað snýr seg um at smíða skip til marknaðin í Vesturheiminum, skip, sum eisini taka ferðafólk.

 

Danska Søfart hevur hitt varaforsetan á skipasmiðjuni, William Zhou Xu Hui, á SMM-messuni í Hamburg.

 

“Vit hava smíðað fleiri stór tangaskip. Hóast talan er um væl útgjørd og framkomin skip, so er samstundis talan um eina raðframleiðslu. At smíða stór ferðafólkaskip og ro/pax-ferjur er nakað heilt annað. Tað, sum eyðkennir slík skip, er, at øll eru serlig, ongi skip eru líka. Tey verða smíðað til eitt heilt ávíst endamál og ávís øki,” sigur William Zhou Xu Hui.

 

Hann sigur, at tað er nógv truplari at smíða t.d. ferjur enn vanlig farmaskip.

 

“Alt er nógv kompleksari við slíkari bygging. Bara sovorðið sum støðufestið/stabiliteturin. Gert tú ein feil heilt tíðliga, fær tað álvarsligar avleiðingar seinni,” sigur hann.

 

Hann ivast ikki í, at hansara skipasmiðja eisini fer at smíða reikferðaskip.

 

“Heilt avgjørt. Vit síggja eisini bíleggingarnar á ro/pax-økinum sum eina natúrliga byrjan til eisini at koma inn á marknaðin við reikferðaskipum. Men vit menna best skipasmiðjuna stig fyri stig, sigur William Zhou Xu Hui, varaforseti í Guangzhou-skipasmiðjuni í Kina.

 

Kelda:  Søfart