* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Seinast í 2020-unum vera ómannaðir kavbátar við manngjørdum skilvísi at partur av kinverska herflotanum.

Kinverska hervaldið mennir robotkavbát

Granskarar hjá kinverska hervaldinum eru í gongd við at menna ómannaðar kavbátar við manngjørdum skilviti.

 

Ómannaðu kavbátarnir skulu millum annað nýtast til njósning, kanningarferðir, at leggja minur út og til at spreingja fremmand skip. Roknað verður við, at kavbátarnir eru klárir at taka í nýtslu seinast í 2020-unum.

 

Ætlanin er, at kavbátarnir, sum verða lutfalsliga bíligir, fyrst og fremst fara at sigla í Suðurkinverska havinum, og har skulu teir verja Kina móti størstu hóttan teirra, USA.

 

South China Morning Post skrivar, at hetta er liður hjá kinversku stjórnini at menna herflotan við allari nútímans tøkni. Ómannaðu kavbátarnir við manngjørdum skilvísi koma aftrat allari aðrari menning, sum Kina í løtuni fremur í herflotanum. 

 

Kelda: Ingeniøren/South China Morning Post