* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Kinverjar fara at smíða seks risastór turrfarmaskip, sum skulu vera liðug longu í 2019.

Kinverskt samstarv um risa turrfarmaskip

Kinversku feløgini, ICBC Financial Leasing og China Merchants Energy Shipping, eru farin í samstarv um at smíða seks risastór turrfarmaskip (VLOC). Fíggjarætlanin er milliardastór.

 

Eitt nýtt joint venture samstarv millum tey bæði feløgini, ICBC Financial Leasing og China Merchants Energy Shipping, skal syrgja fyri, at tey seks risastóru skipini verða smíðaði.

 

Hvørt einstakt skip verður 325.000 dwt, og kostnaðurin verður uppá í alt 417 milliónir dollarar, skriva fleiri miðlar.

 

Samstarvið verður soleiðis skipað, at China Merchants Energy Shipping, sum er eitt reiðaravirki undir almenna kinesiska felagnum, China Merchants Group, og sum rekur turrfarmaskip og tangaskip, kemur at eiga 30 prosent av skipunum. ICBC Financial Leasing fíggjar restina.

 

Skipini verða latin eigarunum komandi ár, og eru longu leigað út til námsrisan, Vale, við einum sáttmáa uppá 27 ár. Ætlanin er, at skipini skulu flyta 1,3 milliónir av jarnmálmi um árið.

 

Kelda: Shippingwatch