* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

KJ Hydraulik spenna seg út

KJ Hydraulik á Kambsdali hevur rættuliga gjørt seg út til at lata tænastur til føroysku alivinnuna, og tær flestu tvíkiljurnar sum alivinnan her á landi brúkar í dag eru bygdar hjá KJ Hydraulik, ið hevur bygt tvíkiljur síðani 1999.

Bátarnir verða tillagaðir ynskjunum hjá vinnuni og føroyska veðurlagnum. Í januar fekk Huiddenfjord eina tvíkilju, og nú er eisini avtala gjørd við Marine Harvest Faroes um at byggja eina av sama slag til teir. Hon skal vera klár til jóla í ár.

- Fyri okkum hevur tað stóran týdning at vit fáa avtalur við eitt felag sum Marine Harvest. Við tí vísa tey okkum eitt álit sum hevur nógv at siga fyri okkum, sigur Jóannes Mørkøre, ið er ein av sølufólkunum hjá KJ Hydraulik.

Hann sigur at tvíkiljan sum Marine Harvest skal hava fær bygginummar 38, og allir bátarnir sum teir hava bygt síðani 1999 eru tvíkiljur

Tær flestu tvíkiljurnar av Kambsdali eru seldar í Føroyum, meðan nakrar eru seldar til Íslands og Skottlands.

jógvan hugo gardar / portal.fo