* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Kjell Inge Røkke við spildurnýggjum rannsóknarskipi

Nýggja havrannsóknarskipið hjá stórreiðaranum, Kjell Inge Røkke, REV Ocean, kom til Vard-skipasmiðjuna í Brattvåg í Noregi fyrr í vikuni. Aftur ein varði á vegnum hjá Kjell Inge Røkke, verður sagt.

 

Skrokkurin á nýggja skipinum er smíðaður í Romenia, og tað tók sleipibátinum 30 dagar at sleipa skrokkin til Noregs.

 

REV Ocean verður útgjørdur til uppgávur, sum fevna um alla alheims vistskipanina og verður útgjørt til royndir og menning av nýggjum loysnum. Granskarar og nýskaparar (innovatørar) fara at nýta skipið at finna veruligar loysnir í granskingini, loysnir, sum til dømis hvørjar avleiðingar CO2-útlát hevur á havið, plastdálking og skatting av fiskatilfeinginum og so framvegis.

 

Nýggja havrannsóknarskipið er 182,9 metrar langt, og fær pláss til 55 granskarar og eina manning uppá 35.

 

Av útgerð kunnu nevnast vísindalig trol, ekkoloddskipanir, starvsstovur, fyrilestrarsal, moonpool, Triton kavbátur, sum kann kava niður á 2300 metrar, ein ROV, sum kann kava niður á 6000 metrar og ymisa framkomna samskiftisútgerð.

 

Skipið verður væntandi liðugt í 2021.

 

Kelda: Skipsrevyen