* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Norska fregattin, KNM Helge Ingstad, verður upphøgd.

KNM Helge Ingstad verður seldur sum gamalt jarn

Nú er avgjørt, at norska fregattin, Helge Ingstad, verður seld sum gamalt jarn. Tað skrivar Sysla Maritim, sum hevur tað frá Forsvarets Forum.

 

Í fjørsummar varð greitt, at tað verður ov kostnaðarmikið at umvæla fregattina, sum gjørdi samanstoyt við oljutangaskipið, Sola TS, í Heltefjørðinum uttanfyri Bergen í november 2018.

 

Nú er ætlanin um at beina Helge Ingstad burtur, send frá “Forsvarsmateriell” til Verjuálaráðið.

 

- Stál og annað tilfar, sum hevur søluvirði, verður selt fyri tann upphøggingarkostnað, sum nú einaferð er galdandi, sigur samskiftisráðgevin, Elisabeth Sandberg, sum arbeiðir í “Forsvarsmateriell” við Forsvarets Forum.

 

Enn er ikki greitt, hvar og nær fregattin verður upphøgd, men tað verður skjótast tilber.

 

Kelda: Sysla Maritim