* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Nýggi brunnbáturin, sum Bakkafrost fær í 2022.

Knud E Hansen sniðgevur brunnbát til Bakkafrost

Danski skipasniðgevin, Knud E. Hansen, hevur teknað ein nýggjan brunnbát til Bakkafrost. 109 metrar langi og 22 metrar breiði brunnbáturin verður smíðaður á Sefine-skipasmiðjuni í Turkalandi, og verður væntandi latin Bakkafrosti í 2022.

 

Nýggi brunnbáturin er útgjørdur við fýra brunnum, sum taka 10.000 kubikk, og tað er nóg mikið at flyta upp í 1.000 tons av laksi.

 

Fyri at avmarka útlátið verður skipið millum annað útgjørt við einum ravlaðspakka (battarípakka) til hybridrakstur og samanbindingarskipan til landstreym.

 

Haraftrat verður nýggi brunnbáturin útgjørdur við DP-skipan, sum er stytting fyri “Dynamisk positionering”.

 

Brunnbáturin hjá Bakkafrosti verður væntandi handaður eigarunum í 2022.

 

Kelda: Maritimedanmark