* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
80 metrar langi prámurin liggur skoraður undir brúnni.

Knústi stýrhúsið, tá prámur sigldi inn í brúgv

Sjey fólk vóru umborð á einum 80 metrar longum prámi, sum hósnáttina sigldi á einum fyrði norðanfyri Bergen. Ongin óraði eftir øllum at døma óráð, og ongin hevði útkikk á brúnni. Stutt fyri klokkan trý um náttina brakaði prámurin inn í Nordjordlandsbrúnna millum Bergen og Flatøy í Hordalandi.

 

Ein granni vaknaði av einum øðiligum braki. Í fyrstuni helt hann tað vera toruna. Men tá hann hugdi út gjøgnum vindeygað, lá fjørðurin blikastillur. Hinvegin fekk hann eygað á prámin, sum var kílaður fastu undir lágu brúnni.

 

- Tað sá ikki serliga gott út, segði skiparin á einum av bjargingarførunum, sum skjótt kom á staðið.

 

Ein krani miðskips var brotin, og stýrhúsið á práminum hevði fingið stóran skaða.

 

Løgreglan fekk boðini og staðfesti skjótt, at ongin av manningini hevði fingið álvarsligan skaða í stoytinum. Hví prámurin royndi at sigla undir eina brúgv, sum heilt eyðsýniliga var ov lág, er ógreitt.

 

- Vit kanna umstøðurnar og avhoyra manningina. Tólini á brúnni vera helst eisini kannað, sigur umboð fyri løgregluna við NRK.

 

Skiparin og stýrimaðurin vórðu avhoyrdir beinanvegin, og mistanki er ikki um, at nakar teirra var ávirkaður av rúsdrekka.

 

Kelda: Maritime Danmark/NRK