* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Kokain fyri 220 mió. evrur funnið umborð á sleipibáti

Hald er lagt á kokain fyri 220 miljónir evrur, umleið 1,6 miljardir krónur, á einum sleipibáti í Atlantshavinum. Spanska løgreglan legði hald á tilsamans 3.8 tons av evninum eftir preii frá National Crime Agency (NCA) í Bretlandi.

”At hald er lagt á eina so stóra nøgd av kokaini skapar órógv millum altjóða brotsmannabólkarnar og tekur frá teimum inntøkur, sum møguiliga snúgva seg um hundraðtals av miljónum pundum”, sigur Mark Blackwell úr NCA.

Tey 3,8 tonsini av kokaini vórðu funnin á einum sleipibáti umleið 335 fjórðingar úr sponsku strondini millum Azorurnar og Madeira. National Crime Agency (NCA) í Bretlandi hevði givið sponsku myndugleikunum eitt prei, og teir tóku sleipibátin Thoran 1. oktober.

Eftir eina umfatandi kanning vórðu 165 pakkar við kokaini funnir í einum ”sofistikeraðum skjóli undir dúrkinum á bátinum". Hvør pakki innihelt umleið 23 kg av pulvuri. Ikki er greitt, hvat land rúsevnið var ætlað til.

Sjey mans vóru umborð - seks úr Turkalandi og ein úr Aserbajdsjan - sum allir vórðu handtiknir, og báturin varð sleipaður inn til sponsku havnina Cadiz 6. oktober.

Kelda: thejournal.ieK