* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Nú er avgjørt, at Dannebrog heldur ikki fer til Grønlands í sambandi við drotningavitjanina har. Mynd:: Malou Alsing / Scanpix Ritzau

Tað er framvegis ikki eydnast Sjóverjuni at fáa serfrøðingar at kanna orsøkina til feilin, sum leygardagin í farnu viku førdi til, at manningin á Dannebrog noyddist at steðga báðum motorunum og samstundis sleppa ætlanini at fara til Føroyar.

 

Nú er greitt, at Dannebrog heldur ikki fer til Grønlands. Tað hevur danska verjan gjørt av, eftir at tað ikki er eydnast at finna orsøkina til maskinskaðan í síðstu viku.

 

- Øll íblandað hava gjørt eitt stórt arbeiði. Tøkningar hava arbeitt uttan slit fyri at finna grundina til maskinskaðan, umvæla skaðarnar og síðan royndarkoyra motorarnar, og í hesum sambandi er eitt stórt útgreiningararbeiði gjørt. Tað er stórt spell, at skipið ikki kann vera við Hennara Hátign Drotningini í Norðuratlantshavi, men trygdin umborð hevur altið hægstu raðfesting, sigur Gorm Bergquist, kommandørur.

 

Nú verður sæð fram til, at Dannebrog fer at røkja sínar uppgávur í donskum sjóøki, samstundis sum skipið áhaldandi verður royndarsiglt.

 

Kelda: Maritimedanmark