* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Koppað farmaskip rekur fyri vág og vind í Ermarsundi


Eitt 82 metrar langt farmaskip undir maltesiskum flaggi er koppað og rekur nú fyri vág og vind við botninum upp í loft í Ermarsundi. Skipið stoytti saman við eitt belgiskt fiskiskip. Øll manningin, ið taldi sjey mans, er bjargað. Skipið hevur 48 tons av olju umborð.

Sjóvinnumyndugleikarnir í Fraklandi upplýsa, at teir fingu boð um samanstoytin kl. 15.40 týsdagin. Samanstoyturin hendi 50 fjórðingar í landnyrðing úr Cherbourg í Fraklandi.

Teir sjey menninir umborð á farmaskipinum Britannica HAV fóru í bjargingarbátarnar og vórðu síðani tiknir upp av trolaranum, sum rakti skipið, og seinni fluttir í land við tyrlu.

Sambært fronsku myndugleikunum fekk Britannica skaða miðskips bakborðsmegin.

Skipið hevði sløk 2000 tons av stáli og 48 tons av dieselolju umborð og rekur nú í vestan við 3 knob. Fleiri skip og sjóverjan halda eyguni við skipinum.

Eitt tangaskip er á veg úr Brest at pumpa oljuna úr skipinum.



Kelda: Franceinfo