
Koppað farmaskip komið til Le Havre
Farmaskipið Britannica Hav, sum stoytti saman við ein trolara í Ermarsundi og síðani koppaði, er nú sleipað til Le Havre, har flotsperringar eru lagdar kring skipið til tess at forða fyri spreiðing av oljuútláti. Sleipið varð tarnað av, at skipið lá við botninum upp í loft.
Ferðin vara sera lág - umleið 5 km/t - tá sleipibáturin togaði skipið frá positiónini uml. 50 fjórðingar í landnyrðing úr Cherbourg til Le Havre í Fraklandi, hagar tað kom seinnapartin í gjár.
“Mítt mál er, at skipið ikki søkkur,” segði leiðarin fyri fronsku bjargingartænastuni í umráðnum, Pascal Ausseur, áðrenn átakið fór í gongd. Og tað eydnaðist.
Videoin niðanfyri vísir sleipingina og komuna til Le Havre.
Kelda: Préfète de la Seine-Maritime