* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Størsta havnin í Suðurkorea, Busan Port.

Korea Corporation stuðlar 10 shipping-reiðaríum

Nýggja almenna koreiska felagið, Korea Ocean Bussiness Corporation, fer at stuðla tíggju smá og miðalstór shipping-reiðarí fyri at hjálpa maritimu vinnuni í landinum.

 

Yonhap News skrivar, at nýggja almenna felagið fyrst fer at selja skip, og fer síðani at leiga tey aftur fyri á tann hátt at hjálpa reiðaríum. Talan er um stuðul uppá 66 milliónir dollarar.

 

Stuðulin verður millum annað latin feløgum sum Daebo International Shipping, Dong-A Tanker og DM Shipping.

 

Korea Ocean Business Corporation varð stovnað 4. juli í ár ella fyri umleið einum mánaða síðani. Felagið hevur ætlanir um eisini at gera íløgur í farstøðir í havnum kring um í heiminum, at fíggja nýggj skip og at gera íløgur í nýggj umhvørvisvinarlig skip.

 

Korea hevur tríggjar av heimsins størstu skipasmiðjum, tær eru Hyundai Heavy Industries, Samsung Heavy Industries og Daewoo Shipbuilding & Marine Engineering. Trupulleikin seinastu árini hevur verið, at skipasmiðjurnar hava havt ov lítið at gjørt.

 

Kelda: The Maritime Executive