* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Koronaroyndir skulu takast av sjófólki áðrenn mynstring

Donsk Reiðarí venda sær nú, saman við Metal Maritime og danska Maskinmeistarafelagnum, til heilsumyndugleikarnar at fáa leiðreglur fyri, hvussu koronaroyndir kunnu takast av sjófólki, áðrenn tey mynstra.

 

“Tørvurin at avloysa sjófólk veksur hvønn einasta dag. Tey hava verið ógvuliga leingi burtur, og so skjótt, sum tað er møguligt, skulu manningar skiftast út. Men tað krevur, at vit eru heilt vís í, at nýggju manningarnar ikki hava koronasmittuna. Tí skulu royndir takast av teimum, beint áðrenn farið verður avstað. Tá kunnu vit vera trygg við, at tey onga smittu hava,” sigur Anne H. Steffensen, forstjóri í Donskum Reiðaríum.

 

Heilt nágreiniliga biða Donsk Reiðarí, saman við fakfeløgunum, Heilsustýrið um skjótast gjørligt at fáa gjørt heilsufakligar leiðbeiningar fyri covid-19-royndum av sjófólki. Tað átti eisini at verið gjørligt at tikið royndir fyri andevni (antistoff), fyrsta slíkt ber til.

 

“Sjófólk eru lyklapersónar og loysa eina risa uppgávu í hesum døgum. Vit mugu taka okkum av hesum fólkunum á havinum, og tískil eru vit noydd at fáa heilsumyndugleikarnar at fáa eyguni upp fyri tørvinum á royndum og leiðbeinginum,” sigur Ole Philipsen, formaður í Metal Maritime.

 

Kelda: Maritime Danmar / Donsk Reiðarí