* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Koronavirus: Fleiri túsund innibyrgd á reikferðaskipi

Krúsferðafólk úr meira enn 50 londum eru innibyrgd á einum stórum reikferðaskipi í San Francisco, samstundis sum sjúkan á alheimsstigi hevur rakt meira enn 100.000 fólk, skrivar The Guardian.

 

Nærum helvtin av teimum 46 fólkunum, sum royndir eru tiknar av umborð á reikferðaskipinum, Grand Princess, hava fingið smittuna, sigur amerikanski varaforsetin, Mike Pence.

 

Støðan hjá teimum meira enn 3.500 fólkunum úr meira enn 50 londum - og manningini umborð – er ógreið.

 

Pence sigur, at 21 av royndunum vísa, at tey hava fingið Covid-19, 19 av manningini og tvey ferðafólk. Hann sigur, at tey, sum vilja hava vissu um støðu sína, fáa hesa vissu. Samstundis heitir hann á eldri fólk um at umhugsa seg væl, áðrenn tey gera av at fara á krúsferð.

 

Umborð á Diamond Princess eru 2.422 ferðafólk og manningin upp á 1.111 fólk, teirra millum eru meira enn 140 bretar og avstraliarar.

 

Á alheimsstigi hevur virusurin nú tikið lívið av fleiri enn 3.500 fólkum, og meira enn 100.000 hava fingið smittuna í 92 londum. Í Italia hava fleiri enn 4.600 fingið smittuna og í Iran eru tey fleiri enn 4.700, ið hava fingið Covid-19.

 

Kelda: The Guardian


[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=LgfR0KxBM7A&t=37s]
Sjónbandaupptøkur.