* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Koppsetingarbólkurin hevur dagført koppsetingarkalendaran samsvarandi fráboðan um, at munandi fleiri koppingarevni koma til Føroya í næstum.

Danska Sundhedsstyrelsen hevur boðað frá, at fleiri koppingarevni fara at koma til Danmarkar, enn roknað varð við. Hetta merkir somuleiðis, at fleiri koppingarevni koma til Føroyar í næstum. Við grundarlagi í hesum metir Koppsetingarbólkurin, at øll, sum eru 16 ár og eldri, verða liðugt koppsett í viku 34 (t.e. 23.-29. august). Hesi skuldu annars eftir ætlan verið liðugt koppsett í viku 36. Tað vil siga, at tíðarætlanin er framskundað tvær vikur, og øll hava væntandi fingið í boði fyrstu koppsetingina áðrenn ólavsøku.

Koppsetingarbólkurin hevur ikki tikið støðu til, um tey í aldursbólkinum 12-15 ár skulu fáa tilboð um koppseting. Arbeitt verður við málinum.

COVID-19 koppsetingarbólkurin