* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Eftir góð 34.000 uppkall og 3.000 telefontímar seinastu 18 mánaðirnar helt Koronulinjan uppat kl. 15.00 í gjár.

 

Smittugongdin hevur verið góð seinastu tíðina, komið er langt við koppsetingarátakinum, og vit fáa meira ella minni vanligar umstøður og viðurskifti í samfelagnum aftur. Tí er eisini avgjørt, at frá í dag, 1. september 2021, heldur virksemið á Koronalinjuni uppat, og Koronalinjan fer ikki at svara uppkallum longur. 

 

www.corona.fo

Koronulinjan verður niðurløgd, men heimasíðan www.corona.fo er framvegis virkin við viðkomandi upplýsingum og kunning. Tað verður eisini møguligt at bóka tíð til koronukanning og koppseting fyri COVID-19 á www.corona.fo.

 

Kelda: Heilsumálaráðið