* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Kortmisbrúk fellur maskinmeistaraformann

Danska maskinmeistarafelagið upplýsir, at formaðurin í felagnum í mong ár, Per Jørgensen, er koyrdur úr starvi, tí hann hevur “kveistrað karmarnar fyri nýtslu av kredittkortinum hjá felagnum til viks”, skrivar felagið í tíðindaskrivi.

Brádliga uppsøgnin við virknaði beinanvegin varð tikin á nevndarfundi í felagnum fríggjadagin. Ongin grundgeving varð tá givin fyri burturvísingini í stutta tíðindaskrivinum, ið varð send út aftaná. Har stóð bert:

“Per Jørgensen er í dag farin frá sum formaður í Maskinmestrenes Forening. Sambært viðtøkunum í Maskinmestrenes Forening hevur næstformaðurin Jan Rose Andresen tikið við sum formaður í Maskinmestrenes Forening.”

Men leygarkvøldið sendi felagið út nýtt tíðindaskriv, har nærri varð greitt frá formansskiftinum:

“Á nevndarfundinum varð gjørt av at enda samstarvið við Per Jørgensen straks, tí hann hevur skúgvað karmarnar fyri nýtslu av kredittkortinum hjá felagnum til viks,” stendur í tíðindaskrivinum.

Onki verður nevnt um, hvussu stórt misbrúk talan er um ella um fyrrverandi formaðurin er meldaður til løgregluna.

Nýggi formaðurin hevur verið limur í nevndini síðani 2004 og hevur verið næstformaður síðani 2014.

Niels Larsen røkir fyribils næstformanssessin.

Keldur: Maskinmestrenes Forening og maritimedanmark.dk.