* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Tað er skeivt at halda, at kreppan í norsku frálandavinnuni er av, sigur Johan Rokstad, ið arbeiðir við hotellskipum, sum m.a. verða nýtt í frálandavinnuni.

Kreppan í frálandavinnuni er framvegis ikki av

Kreppan í frálandavinnuni er verri enn so av enn, sigur Johan Rokstad, sum starvast í Edda Accommodation. Hann heldur, at miðlarnir mála eina ljósareyða mynd av støðuni.

Edda Accommodation, sum Johan Rokstad rekur, arbeiðir við hotellskipum.

“Oljufeløgini vinna nógvan pening, men tey bíða við at gjalda til leverandørarnar. Summi reiðarí eru á markinum at fara á heysin. Hetta er ikki burðardygt í løtuni,” sigur Johan Rokstad við Skipsrevyen.

Etur av eginognini

Fjølmiðlarnir boða áhaldandi frá skipum í frálandavinnuni, sum hava fingið longri og styttri sáttmálar. Men so leingi sum gjaldið er vánaligt, og yvirskot er av skipum á marknaðinum, heldur hann øll reiðarí tera uppá eginognina.

“Tað er ein misjavni millum tað, tú lesur, og tað, sum er veruleikin. Gerandisdagurin er harður,” sigur Johan Rokstad.

Hann heldur, at Equinor (fyrrverandi Statoil) hevur moralska skuyldu at syrgja fyri, at gjøldini hækka.

“Avgjørt. Tá tú hevur ein operatør, sum nærum hevur monopol, sigur tað seg sjálvt, at vit fáa hesa støðuna, vit eru í, tá tað samstundis er ov nógv útgerð á marknaðinum. Tað, ið hendir á marknaðinum í løtuni, eru harðar sakir. Tí provokerar tað meg, tá kreppan verður “avblást” í miðlunum,” sigur Johan Rokstad.

Stjórin í norska reiðarafelagnum, Harald Solberg, er samdur við Johan Rokstad. Í einum twitter-boðum sigur hann millum annað:

“Tá virksemið veksur, vænta vit, at gjøldini fyri arbeiðið við skipum og á oljupallum eisini veksur,” sigur stjórin í reiðarafelagnum, Harald Solberg.

Kelda: Skipsrevyen