* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Solstad er framvegis í tungum sjógvi fíggjarliga.

Kreppurakt norskt reiðaríð hall uppá 2 milliardir í 2019

Kreppurakta norska reiðaríið, Solstad Offshore, sum nógvir føroyingar sigla við, er framvegis í djúpari kreppu, hóast tapið í 2019 var minni enn í 2018. Felagið hevur eina rentuberandi skuld upp 33,5 milliardir norskar krónur, t.e. góðar 24 milliardir danskar krónur. Nýggj lagnumikil freist er sett fyri eitt av heimsins størstu frálandsreiðaríum 31. mars 2020.

 

Undirskotið, sum reiðaríið hevði í fjør uppá 2,7 milliardir norskar krónur er væl betri enn undirskotið í 2018, tá tað var 5,25 milliardir norskar krónur. Orsøkini til frægara úrslitið er meira arbeiði í Norðsjónum, skrivar felagið í roknskapinum.

 

“Aktivitetirnir á marknaðinum vísa tekin um betringar, serliga í norðsjónum, skrivar Solstad.

 

Reiðaríið, sum varð til, tá gamla Solstad og Farstad Shipping, Deep Sea Supply og Rem Offshore løgdu saman, skal bara vóna, at tað kann sannføra kreditorarnar um, at framgongdin fer at standa við og at felagið er vert at satsa uppá.

 

Solstad skrivar í roknskapinum, at felagið er í samráðingum við kreditorarnar, men at samráðingarnar eru ikki lidnar enn.

 

Við endan á 2019 átti Solstad ein flota upp á 135 skip. Fjórða ársfjórðing vóru 80 prosent av skipunum í drift.

 

Kelda: Maritime Danmark