* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Hesi løgdu í 2020 krans til minnis um krígssiglararnar. Úr vinstru síðu: Dag Magnus Hopstock Havgar, sjómansprestur, Cathrine Hopstock Havgar, prestur, Rolf Christophersen, krígsveteranur, Wiktor Mølleskog, pensjóneraður skipsførari, og Wegger Chr. Strømmen, norskur sendiharri í London. Mynd: Nina Rangøy

Tveir pensjóneraðir sjómenn við nærum 75 árum á sjónum standa handan ætlanina “Krígssiglaraminnisvarði, London 2020”. Útgangsstøðið var ein avdúking hin 8. mai í 2020, sum markaði 75 ára heiðurshaldið fyri friðin í 1945. Men Covid-19 steðgaði ætlanunum tá.

 

Stigtakarar at reisa minnisvarðan eru norðmenninir, Wiktor Mølleskog, pensjóneraður skipsførari, og Roald Evensen, pensjóneraður maskinstjóri. Teir halda tað vera týdningarmikið, at minnisvarðin verður reistur við norsku Sjómanskirkjuna í London. Kirkjan var heimahavn hjá nógvum krígssiglarum bæði undir og eftir kríggið.

 

Minnisvarðin verðu reistur fyri at heiðra minni um tey, sum fórust á havinum, og um tey, sum komu væl bjargað gjøgnum krígsárini, annaðhvørt tey sigldu í handilsflotanum ella í Sjóverjuni.

 

Næstan tveir metrar høgi minnisvarðin í bronsu, Skip, sum listarmaðurin, Nico Widerberg, hevur gjørt, verður í hesum døgum settur upp við kirkjuna.

 

Almenna avdúkingin verður 21. november 2021.

 

Kelda: Maritimt.com