* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Reikferðaskipið, Norwegian Epic.

Krús-reiðarí brynja seg við kontantum peningi

Amerikanska krúsriðaríið, Norwegian Cruise Line, hevur brynjað seg við kreditti upp á slakar 4,5 milliardir krónur fyri at vera fyrireikað upp á eyka kostnað orsakað av korona-virusinum, sum framvegis breiðir seg skjótt í stórum parti av heiminum.

 

“Orsakað av framhaldandi ótryggleikanum kring Covid-19 koronavirusið hevur Norwegian Cruise Line Holdings tikið forvirkin (proaktiv) stig at tryggja sær eyka likviditet,” sigur reiðaríið í einum boðum á keypsskálanum um tær 675 milliónir dollararnar, sum eru tiknir við veðhaldi í reikferðaskipinum, Norwegian Epic.

 

Norwegian Cruise Line Holding hevði leygardagin – saman við Caribbean Cruises og Carnival Corp – “The Big Three” millum krúsreiðaríini – fund við Mike Pens, varaforseta í USA, sum stendur á odda fyri korona-átakinum í USA, har tosað varð um álvarsligu støðuna.

 

Reikferðir verða avlýstar í stórum stíli, reikferaskip stríðast við at finna havnir, sum vilja taka ímóti teimum, og bókingarnar av reikferðum í 2021 og 2022 er falnar við 40 prosentum. Haraftrat kemur, at virðini á partabrøvunum hjá reiðaríunum eru í fríum falli.

 

Kelda: TradeWinds / Maritime Danmark