* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Kuvaitiska oljufelagið, KufPec, roynir av álvara at gerast parur av teimum operatørum, sum arbeiða í norska partinum av Norðsjónum.

Kuvaitiskt oljufelag ætlar at arbeiða á norska landgrunninum

Kuvaitiska oljufelagið, KufPec, havur gjørt íløgur fyri slaka milliard dollarar í norska partinum av Norðsjónum seinastu tvey árini, og nú ætlar felagið sjálvt at arbeiða í økinum, sigur forstjórin í felagnum við Finansavísina.

 

Í fjør keypti KufPec franska partin hjá Total á oljupallinum Gina Krog.

 

“Uppstarturin av Gina Krog-leitiøkinum fær okkum upp á eina framleiðslu uppá nærum 30.000 tunnur um dagin í mun til nærum null fyri tveimum árum síðani,” sigur forstjórin í KufPec.

 

Hann sigur, at ætlanin er at kuvaitiska oljufelagið skal skrúva upp fyri íløgunum í økinum, og tey ganga eftir at verða góðkend sum operatørur í økinum.

 

“Ætlanin er samstundis at hála norsku framleiðsluna uppá 40.000 tunnur um dagin lutfalsliga skjótt,” sigur forstjórin í KufPec, Nawaf S. Al-Sabah.

 

Kelda: Shippingwatch