* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Kynslig happing og ágangur vanligur millum sjófólk

Svenskar kvinnur og vinnan stríðast ímóti kynsligari happing og ágangi. Meira enn 1000 kvinnur hava í einum átaki deilt sínar upplivingar undir svenska pendentinum til #metoo, #lättaankar.

1.150 kvinnur í svenska shippingídnaðinum hava deilt sínar vitnisburðir um ágang og kynsliga happing umborð á skipum.

Umfatandi herferðin í heyst ímóti kynsligari happing og ágangi móti kvinnum, sum fekk vind undir veingirnar við #metoo, breiddi seg eisini til sjóferðsluna, har kynslig happing av kvinnum hevur verið ein stórur trupulleiki í mong ár.

Her hava svenskar kvinnur undir upprópinum #lättaankar deilt meira enn 1000 vitnisburðar um sínar upplivingar umborð á svenskum skipum á Facebook, og í síðstu viku var toppfundur millum fleiri partnarar í ídnaðinum í eini roynd at fyribyrgja ágangin.

Ein kvinna greiðir frá, at hon hevur verið fyri kynsligari happing síðani hon sum 16-ára gomul byrjaði at arbeiða sum matrósur.

Hoyr her:

Rikard Engström, stjóri hjá svensku reiðarunum, Svensk Sjöfart, sigur í eini fráboðan, at happing - sama hvar, hvussu og móti hvørjum - ongantíð eigur at verða góðtikin í einum samfelagi. Og her er sjóferðslan onki undantak.

Kelda: shippingwatch.dk