* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Kynslig happing umborð á skipi er ein trupulleiki, sigur stjórin á sjómansskúlanum í Marstal. (Tilvildarlig mynd).

Kynslig happing umborð á skipi er ein trupulleiki

- Mentanin umborð á skipi má broytast, sigur stjórin á sjómansskúlanum í Marstal, Jeppe Carstensen. Tað sigur hann í kjalarvørrinum á #Metoo-rørsluni, sum mælir vinnuni at gera nakað við ágangin umborð.

 

Kynslig happing ímóti kvinnuligum sjófólkum er ein stórur trupulleiki, hóast tað sjáldan verður tosað hart um tað í vinnuni.

 

Tað heldur Jeppe Carstensen, stjóri á sjómansskúlanum í Marstal. Í kjalarvørrinum á heimsumfatandi #Metoo-stríðnum mælir hann til at seta hart inn ímóti trupulleikanum.

 

Onnur í sjóvinnuni eru samd við stjóran á Marstal Navigationsskole, teirra millum er forstjórin í danska reiðarafelagnum, Anne H. Steffensen, stjórin í danska sjóvinnustýrinum, Andreas Nordseth, og Ole Philipsen, formaður í sjóvinnudeildini hjá Dansk Metal. Tey siga millum annað í felags skrivi:

 

- Tað kann als ikki góðtakast, at tað framvegis eru kvinnur til sjós, nógvar ella fáar, sum eru fyri kynsligari happing.  Hetta er galdandi, uttan mun til hvar tú arbeiðir, og hóast mentanin hevur verið keðilig á økinum í mong ár.

 

- Hetta setur alla sjóvinnuna í ringt ljós, og eisini hampamenn á sjónum koma undir sama illgrunan um kynsliga happing. Evnaríku kvinnurnar, sum gera sítt til eina væl virkandi flutningsvinnu, skulu ikki liva við kynsligari happing á arbeiðsplássinum. Tað er í stríð við ætlanina um javnrættindi, fakligheit, ordiligheit og profesjónalismu, sum annars eyðkennir danska skipaferðslu, siga tey trý millum annað í frágreiðingini.

 

Kelda: Danske Rederier