* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Lættari hjá donskum skipum at útvega sær heilivág

Higartil hava donsk reiðarí noyðst at flyta heilivág úr Danmark til skip síni, ið sigla uttanlands undir donskum flaggi. Nýggju reglurnar lætta um hjá framleiðarum av flotaútgerð og flotatænastufyritøkum at innflyta heilivág, sum m.a. bjargingarbátar skulu vera útgjørdir við. 

”Stjórnin ger tað nú lættari at reka sjóferðslu undir donskum flaggi, men eisini lættari hjá stórum parti av útgerðarvinnuni, sum innflytir heilivág. Eg eri fegin um, at vit harvið beina burtur forðingar fyri vinnulívið bæði á landi og sjógvi. Hetta er eisini í tráð við tilmælini hjá Vakstrartoyminum fyri Bláa Danmark,” sigur Brian Mikkelsen vinnumálaráðharri sambært danska Sjóvinnuráðnum.

Hetta merkir tó ikki, at reiðararnir hava frítt val á øllum hillum. Heilivágurin skal keypast inn eftir einum lista, sum Sjóvinnuráðið fer at geva út við heilivági og góðkendum alternativum, sum reiðaríini og skipini kunnu brúka.

”Við nýggju reglunum tryggja vit góðsku av heilivági umborð á donskum skipum og bjargingarbátum samtíðis við, at vit lætta um mannagongdir og styrkja kappingarførið hjá donskum fyritøkum á alheims maritima marknaðinum. Eg eri fegin um, at vit tryggja, at heilsulógin í hesum føri ikki leggur fót fyri donskum útflutningi og vøkstri,” sigur Ellen Trane Nørby, heilsumálaráðharri.

Kelda: Søfartsstyrelsen/maritimedanmark.dk