* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Lágu oljuprísirnir elva til tap í danska Norðsjóvargrunninum

Triða árið á rað hevur almenni danski Norðsjóvargrunnurin stórt tap. Í 2016 var tað upp á 443 mió. kr. sum tó var munandi minni enn tapið í 2015 upp á 1.352 mió.kr., ið var merkt av størri niðurskrivingum og stórum útreiðslum av einum taptum gerðarrrættarmáli.

Norðsjóvargrunnurin er partur av DUC, og parturin hjá grunninum av framleiðsluni fall við uml. 10 pst. í mun til árið fyri, orsakað av natúrliga fallinum í framleiðsluni á feltunum. Oljuframleiðslan varð upp á 8,4 mió tunnur, meðan gassframleiðslan var upp á 690 mió. m3, áleið sum í 2015.

Lægra oljuframleiðslan saman við sera lága miðal oljuprísinum upp á 44 dollarar fyri tunnuna, bóru í sær ein samlaðan umsetning upp á 3,2 mia. kr., slakar 700 mió. kr. minni enn árið fyri, meðanparturin hjá grunninum av framleiðsluútreiðslunum var upp á 1,4 mia. kr.

Gerðarrættarmálið sum endaði í 2015 hevði onga stórvegis ávirkan á roknskapin fyri 2016, men tyngdi tøka peningin við 550 mió. kr.

Heldur miðal oljuprísurin í 2017 sær á núverandi stigi á uml. 53 dollarum fyri tunnuna, væntar grunnurin at hava eitt yvirskot í ár upp á uml. 100 mió. kr., orsakað av einum framhaldandi natúrligum falli í framleiðsluni.

Grunnurin roknar við íløgum upp á uml. 700 mió. kr. í ár, sum er eitt sindur minni enn í 2016, stendur í ársroknskapinum hjá grunninum.

Kelda: Nordsøfonden/maritimedanmark.dk