* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Tá matstovurnar í Spania stongdu, tóku spaniólar norska laksin við sær til hús.

 

- Norskur laksur hevur styrkt støðu sína í Spania, hóast koronufarsóttin er versnað, sigur Bjørn-Erik Stabell við Norges Sjømatråd.

 

Stabell er umboð hjá norska Sjåmatråd í Spania, og hann sigur, at laksurin er tað fiskaslagið í Spania, sum hevur størstu framgongdina í løtuni. Umsetningurin av laksi í Spanina er vaksin við 112 milliónum evrum higartil í ár, sigur hann.

 

- Spaniólar hava higartil etið laks á matstovum, og tað gleðiliga er, at tá samfelagið læsti niður, byrjaðu spaniólar at gera laks til matna heima við hús, sigur Stabell.

 

Serliga sølan av frystum laksi úr Noregi er vaksin undir koronu. Frá januar til september vaks sølan við 26 prosentum í nøgd og við 18 prosentum í virði. Orsøkin er, at fleiri ketur í Spania nú hava frystan norskan laks í frystidiskunum.

 

Í dag er Spania næststørsti marknaður fyri mat úr sjónum í Evropa, beint aftanfyri Frakland. Og Spania er eisini eitt av teimum londunum í Evropa, sum keypir mest norskan laks.

 

Kelda: maritimt.com