* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Landgrunsvíðkanin: Nettovíddin verður minni

Staðfestingin hjá landgrunsnevndini hjá ST um at Føroyar hava rætt til slakar 88.000 ferkilometrar av ytra landgrunni norðan fyri Føroyar, er ikki endalig. 

Tað staðfestir Jørgen Lilje-Jensen á Fólkarættarskrivstovuni í danska uttanríkisráðnum sambært dr.dk/viden. 

Tíverri er ST-avgerðin ikki lóg, tí vit skulu fyrst samráðast við Ísland og Norra. 

Og nettovíddin verður púra vist minni, sigur Jørgen Lilje-Jensen. 

Vanliga hava lond rætt til landgrunnin út til 200 fjórðingar, um pláss er fyri tí mótvegis grannalondunum. 

Harumframt kunnu lond søkja um rættin at víðka landgrunnin, so sum Føroyar ella ríkisfelagsskapurin hevur gjørt í hesum føri. 

Norra og Ísland kanna sær eisini ein part 

Men Norra og Ísland halda seg eisini hava rætt til ein part av havbotninum norðanfyri Føroyar. 

Og krøvini røkka inn yvir havbotnin hjá hvør øðrum. 

Tí skulu vit sambært Jørgen Lilje-Jensen altso ikki rokna við at fáa rættin til allar 87.792 ferkilometrarnar av ytra landgrunni. 

Landgrunsnevndin hjá ST (CLCS) hevur frammanundan viðgjørt norska kravið. 

- Nú er okkara krav til havbotnin góðkent, og nú bíða vit bara eftir, at CLCS hyggur at íslendska kravinum. Tá ST-nevndin er liðug við sítt arbeiði, skulu teir tríggir partarnir samráðast um endaliga sjómarkið, sigur Jørgen Lilje-Jensen, sum roknar við, at hetta verður gjørt í ár. 

Danmark hevur latið inn tríggjar aðrar umsóknir um yvirtøku av landgrunnum í umráðnum kring Føroyar og Grønland, men tær eru ikki endaliga viðgjørdar enn. 

Seinni í ár fer Danmark eisini at lata inn umsókn um rættin til Norðpólin.