* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Landið skal læna hundraðtals miljónir

Landið noyðist eisini at læna 650 milliónir krónur í ár til at gjalda lán, sum fellur til gjaldingar í apríl.

Hallið í fíggjarlógini fyri 2013, var góðar 170 milliónir størri, enn tær stívliga 240 milliónirnar, sum standa í fíggjarlógini. Hallið í fíggjarlógini í fjør, er nú mett at vera 415 mió. kr.

Tað sigur Fígging Landsins í einum uppriti í sambandi við, at landskassin skal læna eina milliard í ár.

Inntøkurnar í fjør vóru minni enn væntað, tá fíggjarlógin varð gjørd og samtykt. 

Mugu læna pengar

Landið skal læna 200 milliónir til at rinda fyri hallið hjá landskassanum og 800 milliónir til at rinda aftur gomul lán.

Løgtingið viðger í dag lántøku til landskassan í 2014, og Fíggjarmálaráðið biður í hesum uppskotinum um loyvi til at læna 200 milliónir, so landskassin hevur neyðuga gjaldførið í ár. 

Hava brúk fyri fleiri pengum

Í veruleikanum hevur landskassin brúk fyri 442 milliónum til bæði árini, 2013 og 2014.

Gjaldførið hjá landskassanum er tó betri enn minstakravið í lógini, sum er 15 prosent av BTÚ, bruttotjóðarúrtøkuni. Tí nýtist landskassanum ikki at læna meira enn 200 milliónir.

Gjaldstovuráðið ásetti 16.september í fjør, at landsins minsta gjaldføri í 2014, er tvær milliardir og 25 milliónir krónur, sum eru hálvthundrað milliónir meira enn í fjør. 

Mugu lána yvir 1 mia. kr.

Landið noyðist eisini at læna 650 milliónir krónur í ár til at gjalda brævalán, sum fellur til gjaldingar 7.apríl.

Tá landið tekur lán, er ráðiligt ikki at læna minni enn 1 mia. kr. í einum, sigur Fíggjarmálaráðið.

Og fyri at koma upp á milliardina verða eisini læntar 150 milliónir til at gjalda aftur lán, sum fellur til gjaldingar næsta ár.

Við ársenda 2014 verður landskassans langfreistaða bruttoskuld fimm milliardir og 570 mió.kr.


Kelda: KVF