* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Tummas í Garði er settur sum varastjóri við læknafakligari bakgrund fyri Sjúkrahúsverkið.

Landsstýrismaðurin hevur sett varastjóra við læknafakligari bakgrund fyri Sjúkrahúsverkið

Landsstýrismaðurin í heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen, hevur gjørt av at seta Tummas í Garði sum varastjóra við læknafakligari bakgrund fyri Sjúkrahúsverk Føroya.

Tummas í Garði er 61 ára gamal, var útbúgvin lækni frá Københavns Universiteti í 1990 og gjørdist serlækni í anæstesi í 2002.

Hann hevur drúgvar royndir sum yvirlækni í anæstesi umframt leiðsluroyndir frá starvinum sum læknastjóri á Landssjúkrahúsinum árini 2005-2013. Seinastu 6 árini hevur Tummas starvast sum yvirlækni á Landssjúkrahúsinum.

Tummas í Garði tekur við starvinum tann 1. februar 2020.


Kelda: Føroya landsstýri