* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Landsstýrismaðurin í uttanríkismálum, Jenis av Rana, saman við aðalskrivaranum í Altjóða Bláakrossi, Anne Babb, og verkætlanarleiðaranum fyri \"Life Skills-verkætlanina\" í Kjadd, Bedingar Ngarossorang.

Landsstýrismaðurin hittir Altjóða Bláa Kross

Landsstýrismaðurin í Uttanríkis- og mentamálum hevur hitt aðalskrivaran í Altjóða Bláa Krossi, Anne Babb, og Bedingar Ngarossorang, verkætlanarleiðara fyri “Life Skills”-verkætlanina í Kjadd, sum landsstýrið stuðlar. Landsstýrið stuðlar verkætlanini umvegis Bláa Kross Føroyar og Altjóða Bláa Kross.

 

Í summar undirskrivaðu landsstýrismaðurin í Uttanríkis- og vinnumálum og aðalskrivarin í Bláa Krossi Føroya, Petur Jákup Petersen, eitt semjuskjal um at skipa ein leist fyri altjóða menningarsamstarvi.

 

Samstarvið fevnir um menningarátøk, har dentur m.a. verður lagdur á máttmenning (capacity development) innan raðfestu økini, sum eru heilsa og at útbúgva børn og ung – serliga gentur, sum skulu fáa førleikar til at kunna lívbjarga sær á haldgóðum grundarlagi.

 

Hesi átøkini eru í samsvari við tey mál, sum Føroyar hava sett, og eisini í tráð við heimsmálini hjá ST.

 

Á fundinum bleiv landsstýrismaðurin kunnaður um verkætlanina “Life Skills and Peer Education.” Endamálið við verkætlanini er m.a. at hjálpa ungum úr rústrupulleikum og at fyribyrgja harðskapi. Verkætlanin hevur eisini til endamáls at stuðla undir, at tey ungu gerast meira kensluliga, sosialt og fíggjarliga sjálvbjargin.

 

Kelda: Uttanríkis- og mentamálaráðið