* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Hesi norsku sjóverjuskipini frá 1980-unum skulu skiftast út við spildurnýggj sjóverjuskip.

Langsten-skipasmiðjan skal smíða trý sjóverjuskip

Vard Langsten-skipasmiðjan og norski Útbúnaðarstovnurin (Forsvarsmateriell) skrivaðu í gjár undir sáttmála um at smíða trý nýggj sjóverjuskip fyri í alt 5,4 milliardir føroyskar krónur.

 

Skipini, sum skulu handast Útbúnaðarstovninum í tíðarskeiðinum 2022 til 2024 koma í staðin fyri sjóverjuskipini í Nordkapp-klassanum, sum vóru tikin í nýtslu í 1980-unum.

 

Mette Sørfonden, stjóri í Forsvarsmateriell, skrivaði undir sáttmálan saman við samtaksstjóranum í Vard, Roy Reite.

 

Tey trý nýggju skipini skulu øll hava tyrlupall.

 

Vísa Russlandi

Norski verjumálaráðharrin, Frank Bakke-Jensen, helt fyri hendan dagin, at tað er neyðugt hjá Verjuni at smíða nýggj sjóverjuskip. Tey gomlu eru 42 ára gomul.

 

- Tað er eisini týdningarmikið hjá okkum at vera greið í signalunum til Russland, ein av grannum okkara. Tað gera vit millum annað við at vera tilstaðar við sjóverjuskipum, at fara væl um okkara fiskastovnar, og at skapa trygd í økjunum fyri norðan, segði Frank Bakke-Jensen, norskur verjumálaráðharri.

 

Kelda: Skipsrevyen