* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Langt um leingi siglir nýtt skip hjá norsku sjóverjuni

Nýggja útgerðarskipið (logistikkskipið) hjá norsku sjóverjuni, KNM Maud, er endiliga farið at sigla.

 

Skipið skuldi eftir ætlan verið latið norsku sjóverjuni longu í 2016, men tað hevur gingið ógvuliga striltið at fingið skipið liðugt smíðað á Suðurkoreisku skipasmiðjuni. Men nú er skipið endiliga á veg heim til Noregs.

 

KNM Maud fór úr Suðurkorea 3. februar í ár við kós móti San Diego í USA einar 6000 fjórðingar burturi. Ferðin tekur 17 dagar, skrivar Forsvarets Forum.

 

- Hetta er fyrstu ferð, at eitt skip hjá norsku sjóverjuni siglir um Kyrrahavið, sigur Rune Andersen, leiðari í Forsvarets Forum.

 

Fyrsta uppgávan hjá Maud verður at taka góðs umborð í San Diego og sigla tað til Noregs. Áðrenn skipið siglir um Atlantshavið, skal tað “til trygdarsýn” á Antillunum.

 

Gongur sum ætlað, verður KNM Maud í Noregi seinast í mars mánaði.

 

KNM Maud

 

• Longd: 183 m

• Breidd: 25,9 m

• Dýpd: 8,62 m

• Lastar: Uml. 27.500 tons

• Mesta ferð: 18 míl

• Tveir høvuðsmotorar á 7500 kW

• Framdráttur: Dieselhybrid

 

Kelda: Skipsrevyen og Forsvarets Forum

[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=arGt7oOlKSI]
Sjónbandaupptøkur frá handanini av KNM Maud.