* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Laura Maersk stutt eftir spreingingina.

Laura Maersk verður sleipað í havn

Bingjuskipið, Laura Maersk, sum hósdagin í farnu hevði eina lítla spreinging, sum bar í sær, at turboløðarin varð oyðilagdur, og ein av manningini fekk skaða, skuldi koma til New York í gjár. Skipið var á veg frá Algeciras til Port Elisabeth í New Jersey, tá óhappið hendi umleið 450 kilometrar úr amerikonsku vesturstrondini.

 

Ein av manningini fekk so mikið stóra løstir í spreingingini, at hann var fluttur av skipinum við tyrlu til eitt sjúkrahús í Virginia.

 

“Hann varð útskrivaður týsdagin. Hýrurin er góður, og støðan batnar skjótt,” sigur Tom Boyd, sum er miðlaumboðsmaður hjá Maersk North America.

 

Skipið skal eisini hava tað gott, sambært talsmanninum:

 

“Maskinan er ílagi. Tað er bara turboløðaranum, tað er galið við.”

 

Men tað merkir so, at skipið ikki sjálvt kann sigla, men verður sleipað til New York.

 

Roknað verður við, at umvælingarnar fara at taka einar tvær vikur, meðan skipið liggur í APM Terminals Elisabeth. Eitt annað skip, Lica Maersk, fer at taka bingjurnar umborð av Lauru Maersk, og fer at flyta bingjurnar hagar, tær upprunaliga skuldu – umleið ein viku seinkaðar.

 

Kelda: American Shipper