* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Lauritzen Bulkers, sum varð stovnað sum egið felag undur J. Lauritzen í juli í fjør, fekk eitt betri úrslit í 2020 enn í 2019, hóast úrslitið framvegis vísir eitt hall upp á 18 milliónir dollarar. Leiðslan fegnast um “styrkina” hjá felagnum, sum hevur víst seg hetta seinasta árið.

 

Málið við at stovna Lauritzen Bulkers var at evna bestu umstøðurnar fyri støðuðu menningina í bulk-handlinum. Felagið legði váðaprofilin um og býtti longu flutningssáttmálarnar út við styttri sáttmálar, og tað gav eitt betri úrslit í 2020, skrivar felagið í ársroknskapinum.

 

Nýggju 1-2 ára flutningsavtalurnar við góðum gjøldum fara væntandi at gera sítt til eitt gott úrslit í 2021. Lauritzen Bulkers leggur dent á, at hóast Covid-19 farsóttina fer turrlastmarknaðurin at styrkjast orsakað av minkandi vøkstri í útboðnum saman við øktum eftirspurningi.

 

- Sæð út frá tí vænta við eitt jaligt nettoúrslit í 2021, skrivar felagið.

 

Umsetningurin minkaði í 2020 við 21 milliónum dollarum niður í 388 milliónir dollarar, men rakstrarvinningurin (EBIT) batnaði við 16 milliónum dollarum úr minus 25 milliónum upp í minus 9 milliónir dollarar.

 

Lauritzen Bulkers hevði 73 skip í flotanum í 2020.

 

Kelda: Lauritzen Bulkers / Maritimedanmark