* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Lauritzen tvey skip undir Dannebrog

Fyri fyrstu ferð síðani 2003 hevur Lauritzen Kosan umflaggað skip til Danmarkar. Tað upplýsir reiðaríið í tíðindaskrivi.

Tað snýr seg um ’Helena Kosan’ og ’Linda Kosan’, sum eru innflaggað í donsku skipaskránna. Hetta verður millum annað gjørt, tí tey bæði skipini byrja eitt charturleigumál, sum krevur, at tey sigla undir ES-flaggi.

- Umflaggingin av hesum báðum gassskipunum til Danmarkar er bygd á handilsligar grundgevingar, og hetta vísir, at danskt flagg er nær við at vera eins kappingarført og Malta, Singapore og Isle of Man. Tað eru framvegis nakrar avbjóðingar, men vit eru fegin um ídnaðarvinarligu tekini, sum danska politiska skipanin sendir í løtuni, sigur Mads P. Zacho, stjóri í J. Lauritzen.

’Helena Kosan’ er bygd í 2007 og ’Linda Kosan’ í 2011.

Kelda: soefart.dk